Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Seafood Expo Global í Barcelona sett

Jóhann Lützen

Heimsins størsta fiskivinnustevna lat upp í Barcelona í fagrasta veðri í morgun

 

Sjógætisvinnan er á breddanum í Barcelona næstu tríggjar dagarnir. Hetta er triðju ferð at stevnan nevnd – Global Seafood Expo – verður hildin í Barcelona. Undanfarin ár hevur hon verið hildin í Bruxelles. Her møtast keyparar og seljarar innan fiski- og alivinnu úr øllum heiminum. 

Harumframt eru eisini hópin av framleiðslufyritøkum umboðaðar við teirra maskinum, flakalinjum og líknandi. Flutningsfeløg eru eisini á stevnuni. 

Fleiri enn 2.200 framsýnarar úr 87 londum luttaka, herundir fleiri føroyskar fyritøkur

Stigtakararnir vænta fleiri enn 30.000 vitjandi úr áleið 150 londum. 

Fyritøkur í Føroyum hava, við Vinnuhúsinum á odda, sligið seg saman um eitt stórt øki har teirra básar eru. Vit frætta nærri frá føroysku fyritøkunum næstu dagarnar.