Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Seinasta freist at skjóta upp “Ársins Rósa”

Oliver Joensen

Jólamenninir siga nú, at Jólaskipið verður á Lorvík mikudagin 22.12.21 klokkan 17.00 og á Klaksvík klokkan 18.00. Seinasta freist at skjóta upp evni til Ársins Rósu er tí í kvøld klokkan 20.00.

Sendið uppskot til oliver@nordlysid.fo

Sagt verður frá jólamonnunum umborð, at orsakað av korona tilráðingini, so skulu børn og vaksin ikki møta upp á kajini eftir at jólamenninir hava skotið rakettir og gjørt annað stuttligt á Vágni. – Vit koma runt býin í sløkkiliðsbilum, so tit skulu bara halda tykkum við ruturnar har sløkkiliðsbilarnir fara at koyra.

Kort við rutunum hjá sløkkiliðsbilunum verður lýst her á nordlysid.fo seinni í dag ella í morgin, so fylgið við her á síðuni.

Harleywoodpaint