Hvør skal fáa heiðurin í ár. Í dag er seinasta freist at senda mær (oliver@nordlysid.fo) uppskot um heiðurin at fáa “Ársins Rósu 2019. Gongst sum ætlað, so verður jólaskipið sera, sera áhugavert tiltak í ár.
Eftir ætlan kemur Jólaskipið í ár á Leirvík klokkan 17.00 leygarkvøldið 21. desember og á Klaksvík kl. 18.00 sama kvøld.
Gleði tykkum, tí fyrireikararnir hava í hyggju at gera tiltakið nakað annarleiðis enn árini frammanundan. Tó, onki verður avgjørt fyrr enn í síðstu løtu og heldur ikki er 100% vist at tiltakið fer av barkastokki leygarkvøldið. Men fyribils er ætlanin tað. Tað sum liggur 100% fast er, at hvør skal fáa heiðurin “Ársins Rósu” verður avgjørt í morgin snimma, so absolut seinasta freist er at senda uppskot til oliver@nordlysid.fo er í kvøld kl. 23.00
Vit hava higartil fingið færri uppskot enn árini frammanundan, so drívið á at senda inn og gevið eina góða grundgeving fyri uppskoti tykkara.


