Tað merkist, at nú nærkast til kappingarbyrjan í Betrideildini.
Millum áskoðararnar í Klaksvík í dag var HB venjaraparið Heimir Guðjónsson og Rasmus Nolsøe. Sum myndin vísir, so skuldu kanska seinastu upplýsingarnar um mótstøðuliðið fáast uppá pláss sum partur av fyrireikingini til fyrsta umfar í landskappingini.
HB spældi fyrr í dag móti AB og vann 5-3 í einum dysti, sum vardi í áleið 70 minuttir vegna kava. HB og KÍ spæla sunnudagin um eina viku í Gundadali í tí, sum er stórdysturin í fyrsta umfarinum.






