Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vón um frið í Gaza

Jóhann Lützen

Teir seinastu 20 livandi israelsku gíslarnir eru nú leysir úr Gaza eftir næstan tvey ár í fongsli

 

Gíslarnir vórðu fluttir til Reyða Kross og síðani til Ísrael, har teir nú fáa læknaliga og sálarliga hjálp.

Túsundtals fólk savnaðust í Tel Aviv at fagna teimum heimkomnu, meðan sorgin framvegis er djúp fyri tey, sum ikki komu aftur.

Enn mangla teir 28 deyðu gíslarnir at verða leysgivnir til Ísrael. Hamas hevur skriva á “X” at deyðu gíslanir verða leyslætnir seinni.