Sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið “KAF” og Føroya Skipara-& Navigatørfelag ” FSN” eru slitnaðar og semingsstovnurin er boðsendur.
Tann 05.09.2023 hittust umboðini fyri KAF og FSN og handaðu krøvini til nýggjan sáttmála um Havnameistarar og Havnaumsjónarfólk .
Partarnir hava havt 10 samráðingarfunri, men fríggjadagin tann 16. 01. 2024 boaði KAF frá, at tey góðust við samráðingunum. Partarnir vóru samdir at boðsenda semingsstovnin.
Í dag 20.02.2024 kl 13:00 hittust partarnir í semingsstovninum og greiddu frá ymisku viðurskiftunum í samráðingunum.
Avtalað er, at semingsstovnurin setir seg í samband við partarnar í komandi viku.



