Ein leikari hevur spælt við KÍ og Dinamo Tbilisi.
Semir Hadzibulic spædi í 2011 eitt tíðarskeið við Dinamo Tbilisi í Georgia. Hann spældi átta dystir og skoraði eitt mál. Árini 2016-2019 spældi hann við KÍ. Norðlýsið hevur samrøðu við Semir í blaðnum fríggjadagin um lutakastið og hvørjar møguleikar hann gevur KÍ í Europa League dystinum móti meistarunum í Georgia.


