Um 8-tíðina í morgun var sera hált á vegnum omanfyri Skála. Tríggir bilar vóru farnir útav vegnum, og um fólk ikki høvdu stilla seg at ávara aðrar bilførarar, kundi skaðin verið nógv størri. Har var nevniliga sum á kalvabaki.
Sum skilst hendi ikki nakar stórur skaði.




