Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sera stórur áhugi fyri Bakkafrosti í Barcelona

Jóhann Lützen

Samrøða við Poul Andrias Jacobsen, vanliga róptur Addi, frá Bakkafrosti, ið eisini er við á Global Seafood Expo-fiskivinnustevnuni í Barcelona. Vit spurdu hann m.a. um, hvussu tað ber til, at ein alifyritøka sum Bakkafrost er við á eini fiskarímessu.

 

 

– “Vit eru altíð við á hesari messuni. Tað er bæði fyri at hitta verandi kundar og fyri at fáa nýggjar kundar. Messan er tann størsta í heiminum, tá tað kemur til sjómat, og tí koma nógv tey flestu eisini til hesa messuna. Vit luttaka eisini á messum í USA og Asia, men hendan er tann størsta”, sigur Poul Andreas.

– “Okkara seljarar eru øgiliga upptiknir. Teir hava bookað fundir í sambandi við hesa messuna fyri langari tíð síðani, og so koma fólk eisini á gátt her. Hesir tríggir dagarnir eru øgiliga krevjandi fyri seljararnar hjá okkum.”, heldur Addi fram.

Tað eru kanska ikki so nógvir nýggir kundar at heinta, men Bakkafrost fær heilt nógvar fyrispurningar á messuni, og mong brúka messuna at spyrja nærri um, hvat Bakkafrost kann bjóða. Søguliga sæð hava vit fingið nógvar kundar gjøgnum hetta her (fiskivinnumessuna, blaðm.). Tí er tað ikki so øgiliga umráðandi at fáa nýggjar kundar her; Bakkafrost ger tað eisini fyri at pleyga verandi kundaskara. Tað eru heldur ikki allar nýggjar kundar, tað ber til at siga ja til.

Øgiliga nógv fólk hava tó vitjað básin hjá Bakkafrosti teir tímarnar, messan hevur verið opin. Básin er stórur, heilir 134 m² og er saman við skotsku greinini av fyritøkuni. Áður hevur Bakkafrost verið partur av einum felags, føroyskum bási, men í ár hava teir so egnan bás saman við systurfyritøkuni í Skotlandi. Bakkafrost hevur egnan kokk við, so fólk sleppa at smakka vørurnar, fyritøkan framleiðir.

Við á messuni eru bæði stjóri og nevnd í Bakkafrosti, og tey nýta høvið at halda fundir í sambandi við messuna. Innkeyp og framleiðsla er eisini umboðað har. – “Vit hava mong ymisk brand, sum vit vilja vísa fram fyri kundunum, og tí er tað gott við einum so stórum bási”.

Um fyritøkuna Bakkafrost: Tilsamans starvast umleið 1.700 fólk hjá Bakkafrosti, og her er talan um fulltíðarstørv. Tilsamans elur Bakkafrost umleið 100.000 tons um árið, býtt soleiðis, at í Føroyum verða umleið 65.000 tons ald, meðan í Skotlandi liggur nøgdin um umleið 30.000-35.000 tons. Ætlanin er at víðka virksemið við eini helvt afturat innanfyri 5 ár, soleiðis at framleiðslan tá skal vera 150.000 tons.

Til stóra spurningin um, nær farið verður undir at flúgva laks til USA, sigur Poul Andrias Joensen, at har verður hann svar skyldugur, men nú flogfarið er keypt, man tað ikki fara at vera so leingi, heldur Poul Andrias fyri.

– “Í verandi løtu sigla vit laksin niður til Bretlands ella Danmarkar, og hann verður so flogin haðani til USA. Tað tekur umleið 3-4 dagar, áðrenn kundin hevur vøruna. Tá flogfarið er komið, ber til at levera innanfyri 24 tímar, og tað hevur alt at siga, tí fyri bæði Bakkafrost og kundan er tað umráðandi, at vøran er so fesk sum gjørligt.