Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera væl eydnað Klaksvíkskapping

John William Joensen

Til sjálva finaluna vóru um 600 áskoðarar við vøllin á Djúpumýru og sum heild vóru fólk vælnøgd við kappingina

Tað var rættuligt trýst á ítróttarøkinum um vikuskiftið.

Í Badmintonhøllini stóð Mjølnir fyri flogbóltskapping og í KÍ høllini spældu Stjørnan og Team Klaksvík.

Leygarmorgunin luttóku dreingjaliðini hjá KÍ, VB/TB og HB í John Reid Kappingini, sum HB vann.

Formulahóparnir hjá KÍ, B36, EB/STR og NSÍ kappaðust leygardagin og sunnudagin um Klaksvíkssteypið

Klaksvíkskappingin
Eini 130 fótbóltsleikarar luttóku í John Reid Kappingini og Klaksvíkskappingini um vikuskifti har Klaksvíkar Býráð er vertur.
Tað var sjálvur borgarstjórin sum handaði steypini til vinnandi liðini og harafturat hevði KÍ skipað fyri buffe á loftinum í KÍ høllini fyri leikarum, og øðrum.

Eisini hevði høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, ein framløgu fyri viðhaldsfólkum leygardagin á middegi.

Hóast veðrið leygardagin var nakað umskiftiligt so var talan um góðveður sunnudagin tá dystur um 3. og 4. plássið og sjálv finalan var spæld.

Tað var sum kunnugt EB/STR sum var sterkasta liðið í Klaksvík.

Hagtøl um dystirnar hjá KÍ (www.ki.fo)

KÍ-NSÍ 1-1 (1-1)
0-1: Hjalgrím Elttør
1-1: Rodrigo
KÍ vann 5-3 eftir brotssparkskapping
KÍ: Jákup Mikkelsen – John Hammer, Ovi Nysted (Jógvan Isaksen, 67.), Jan Andreasen, Harley Bertholdsen – Álvur Christiansen (Leon Bjartalíð, 46.), Kristoffur Jakobsen, Símun Joensen, Kristian á Lakjuni (Steffan Kalsø, 62.), Heðin á Lakjuni – Rodrigo (Jósup Henriksen, 76.)

KÍ-EB/Streymur 0-3 (0-1)
0-1: Marcel
0-2: Sorin Anghel
0-3: Hanus Eliasen
KÍ: Jákup Mikkelsen – John Hammer (Milic Curcic, 46.), Jan Andreasen, Jógvan Isaksen, Harley Bertholdsen – Leon Bjartalíð (Eli Simonsen, 71.), Kristoffur Jakobsen, Símun Joensen (Steffan Kalsø, 64.), Kristian á Lakjuni (Álvur Christiansen, 81.), Heðin á Lakjuni – Rodrigo (Jósup Henriksen, 78.)