Gorjan Nikolik frá Rabobank var sera bjartskygdur um framtíðina hjá alilaksi sum matvøru, tí øll rákini í heiminum tala fyri einum støðugt vaksandi eftirspurningi eftir úrdráttum úr aldum laksi.
Á almennum tiltaki hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag mánadagin 30. mai 2022 løgdu tríggir serfrøðingar fram um, hvussu vit menna kappingarførið í broytingartíðum. Ein av serfrøðingunum var Gorjan Nikolik frá hálendska Rabobank, ið greinaði rákini í altjóða samfelagnum í mun til alilaksin. Dag Sletmo frá norska DNB Bank lýsti avbjóðandi støðuna, ið heimsbúskapurin er í við vaksandi inflasjón, rentuhækkingum og vanda fyri veruligari búskaparligari afturgongd. Heri á Rógvu lýstu aktuellu støðuna í føroyska búskapinum, nú hesi altjóða fyribrigdi eisini hótta her heima.
Í hesi greinini verður stutt tikið afturíaftur boðskapirnar hjá Gorjan Nikolik. Nikolik er altjóða fiskivinnuserfrøðingurin hjá Rabobank, sum við sínum 42.000 starvsfólkum telist millum størstu bankarnar innan teirra serøki, ið er matvøruídnaðurin og landbúnaðurin. Framløgan hjá Nikolik í Løkshøll taldi yvir 40 síður, tí er her bert talan um høvuðsboðskapirnar.

Samvitskufulla ættarliðið vigar tungt
Ættarliðið, sum í dag er millum 20 og 39 ár, verður vanliga rópt ‘millenials’ ella túsundáraættarliðið. Hesi eru lutfalsliga nógv í tali í flestu londum í Vesturheiminum. Eitt nú vísti Nikolik á, at í USA eru heili 77 milliónir í hesum aldursbólkinum í mun til 66 milliónir í aldrinum 40-59 ár. Sonevnda ‘baby boomers’ ættarliðið føtt beint eftir seinna heimsbardaga plagdi at fylla nógv mest, men har doyr burtur av.
Túsundáraættarliðið er eyðkend við at vera samvitskufull í teirra keypsmynstrið. Sostatt seta tey prís upp á heilsu, djóravælferð, umhvørvisatlit og sosiala ábyrgd, tá tey velja vørur. Hesi leggja meira dent á dygd enn prís, velja gjarna vistfrøðiligar matvørur og vísa áhuga fyri, hvussu vørurnar eru framleiddar. Kenslurnar spæla ein stóran leiklut, men eru ikki loyal mótvegis brands.
Laksur hevur júst røttu eginleikarnar
Í framløgu síni vísti Nikolik á, at alilaksur hevur júst røttu eginleikarnar til at møta samvitskufulla ættarliðnum, ið fyllir mest í keyparaskaranum nú. Eitt nú er aldur laksur nógv minni dálkandi enn aðrar matvørur. Soleiðis er útlátið av CO2/kg 11-12 ferðir so stórt í framleiðsluni av neytakjøti í mun til aldan laks.

Hetta sæst eisini týðuligt aftur í marknaðarkanningum, har spurt verður hvørjar matvørur brúkarin ynskir sær. Ein kanning Nikolik vísti úrslitini frá í framløgu síni var úr Stórabretlandi, har spurt bleiv hvørjar matvørur brúkarin ynskti at sleppa undan, og hvørjar matvørur brúkarin ynskti sær meira av. Her vóru tað bert 5% av brúkarunum, sum ynskti sær meira av tilgjørdum kjøtvørum sum pylsum, meðan 60% ynsktu sær minni av tí. Hinvegin vóru tað heili 39% av brúkarunum, sum ynsktu sær meira av fiskaúrdráttum.

Útboðið er avmarkað, tí økist prísurin
Fiskavørur hava júst røttu eginleikarnir, ið vaksandi ættarliðið virðismetir. Tí sæst eisini ein stórur vøkstur í eftirspurninginum eftir aldum laksi á flestu marknaðunum í vesturheiminum. Í framløguni vísti Nikolik eitt nú á, at sølan av laksaúrdráttum í Fraklandi er økt við í miðal 10% árini 2016-21, meðan vøksturin í Týsklandi var heili 17% í miðal. Hetta er nógv størri vøkstur enn hjá veiddu fiskasløgunum.
Útboðið hevur torført við at fylgja við eftirspurninginum, tí hevur prísurin verið støðugt vaksandi seinnu árini. Serliga í ár hevur laksaprísurin tikið enn eitt lop, sum tó serliga er orsaka av krígnum í Ukraina, ið hevur trýst fóðurprísin og prísin á landbúnaðarvørum høgt upp.

Í síni samanumtøku var Gorjan Nikolik sera bjartskygdur um útlitini fyri alilaksaídnaðin, ið hann metti eiga framtíðina innan matvøruframleiðslu komandi áratíggjuni. Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna á Rás 1 í Televarpinum er samrøða við millum annað Gorjan Nikolik um altjóða útlitini fyri laksaídnaðin. Sendingin verður endursend sunnukvøldið kl 19:30. Eisini verða framløgurnar í Løkshøll endursendar tá.
Brellibiti úr sendingini sæst niðanfyri:




