Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðingur væntar gott eplaár – Eplafestivalur á Sandi

Oliver Joensen

Nú er tíðin tá menn og kvinnur kunnu hesta av eplunum, tey settu niður í vár. 30. September verður eisini skipað fyri Eplafestiválinum á Sandi.

Norðlýsið hevur fregnast eitt sindur um hvussu roknað verður við at eplaheystingin fer at roynast.

Petur Haahr, fyrrverandi stjóri á Royndarstøðini í Kollafirði, og helst tann av okkara serfrøðingum, ið hevur fingist mest við royndir at seta epli niður í Føroyum, sigur at hann roknar við at hetta verður eitt gott miðalár.

Tað sum eg havi sæð higartil, so verður árið í ár ikki eitt metár, men eitt miðal gott ár til epli. Svartaspillan hevur ikki verið nakar trupulleiki, men mai og juni vóru nakað kaldari enn man kundi ynskt. Summarið hevur ikki verið ov turt, so alt í alt kunnu vit rokna við góðari frukt. Í einum stykki, har eg havi eina royndarveltu og har ikki hevur verið gjøtað í fleiri ár, er fruktin ikki góð, ímeðan eitt annað stykkið skamt frá, har gjøtað hevur verið sum vanligt, sýnist fruktin at vera góð. Tá vit tosað um úrtøku, so veldst sjálvandi um hvussu verður hjúklað um veltuna og so eisini eru ávís pláss betri enn onnur.

Á Sandi, har helst mest verður gjørt burturúr framleiðslu og sølu av eplum, fara vit at taka upp um eina viku og tá fæst nærri at vita hvussu summarið hevur roynst í epla høpi, segði Peder Haahr, fyrrv. stjóri á Royndarstøðini. Hóast farin frá, sum stjóri, fæst Peder Haahr enn við royndum við at gróðurseta og heysta epli í Føroyum.

Her í “nærumhvørvinum” sigur Karl Heri Joensen, at hann hevur fingið væl burturúr sínari veltu í ár. Eg vigið eplini eg setið niður og eisini vigið eg tað eg taki upp. Í ár havi eg fingið 10-11 fold upp, so eg skal ikki lata illa at.

Umleið tað sama, sigur Jóhannes Kallsgarð av Trøllanesi. Tá Norðlýsið var á Trøllanesi í farnu viku, var Jóhannes júst í eplavegluni og tók epli upp. Hann segði, at har var væl undir, eini 11-12 fold helt hann.

Eplafestiválur á Sandi

30. september verður aftur í ár verður forvitnisligi eplafestiválurin á Sandi. Katrin Petersen frá Sandoyar Kunningarstovu sigur, at fyrireikingarnar til Eplafestivalin eru farnar í gongd. Hetta er eitt tiltak, ið fer fram í Trøðum á Sandi. Tað er so, at her eru tríggir stórir garðar við mjólkineytum grannar.

Hesir eru drívmegin í Eplafestivalinum. Á festivalinum fara vit at síggja meðan menn fletta. Til ber eisini at keypa sær fyrsta floks føroyskt kjøt. Skipað verður eisini fyri ymiskum kapingum, so sum at kasta epli og at gera besta eplarættin. Grønmeti á sandi verður eisini til sølu og borðreitt verður við heimahugna nógvastaðni, í kjallarum, fjósum úthúsum og øðrum. Dagurin verður eisini skipaður sum ein marknaðardagur har mangt og hvat, sum er gróðursett og framleitt á Sandi verður boði til sølu.

Takkarguðstænasta verður í Sands Kirkju kl 18 um kvøldi og seinni verður so ball. Í einum snikkaraverkstað verður ein pubb gjørd. Tað er nevniliga so, sigur Katrin Petersen at enda, at vit royna ikki at broyta nakað við umstøðunum, tú møtir til matna ella at lurta í kjallarum úthúsum, fjósum og øðrum, júst sum tey eru til dagligt.