Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Serstakt listprýði

Jóhann Lützen

Leygardagin 2. desember verður stórt og serstakt listprýði avdúkað í kappróðrarneystinum í Klaksvík

 

Verkið eitur “FÍPAN FAGRA – REVISITED”, og er tað evnað úr 5-mannafarinum FÍPUNI FØGRU, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1981. Eingin annar lutur enn báturin hjá Niclas í Koltri er brúktur til verkið.

Verkið prýðir allan miðveggin í snotuliga neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Heilt frá kaffistovu til venjingarhøli. Tað er Edward Fuglø, sum hevur gjørt hetta hugtakandi verk.

Avdúkingin verður leygardagin kl. 14 fyri innboðin.

Frá kl. 16 til 18 verður opið hús, har øll eru hjartaliga vælkomin á gátt.

Harleywoodpaint