Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstøk kryptofrímerki    

Tíðindaskriv

Undansølan varð beinanvegin útseld – Á midnátt byrjaði sølan av fyrstu kryptofrímerkjunum í Norðurlondum, Stamps of Maybe.

 

 

 

Sølan av serstøku kryptofrímerkjunum, Stamps of Maybe, er byrjað í dag. Undansølan varð skjótt útseld, og áhugin millum føroyingar, frímerkjasavnarar og onnur áhugað er stórur.

 

Munurin á einum vanligum frímerki og einum kryptofrímerki er, at tað seinna eisini hevur ein sokallaðan talgildan NFT tvíbura (Non-fungible-token) í blokkketuni, sum tú kanst virkja. Í hesum føri er hann knýttur at veðurdátum frá Veðurstovu Føroya. Hesar dátur ávirka, hvussu talgildi tvíburin fer at síggja út.

 

“Tey fýra merkini eru tongd at veðrinum í Føroyum. T.d. er vetrarmerkið tongt at mongdini av avfalli, meðan summarmerkið er tongt at hitastigum í Føroyum. Eigur tú eitt kryptofrímerki, kanst tú sjálv/ur velja, nær tú virkir tínar talgildar tvíburar, herundir sjáldsemisvirðinum á marknaðinum. Tað ger upplivingina fyri savnarar og onnur áhugað serstaka,” sigur Lea Leitisstein Sørensen, frá Frímerkjadeildini á Posta.

 

Heiðrik á Heygum sniðgivið 

Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið tey fýra kryptofrímerkini, sum mynda tær fýra árstíðirnar. Hetta ger hann við fýra vøkrum myndakollasjum, ella tyssum, kunnu vit rópa tær, sum mynda hvør sína árstíð. Í hvørjum tyssi eru bæði blómur og annar vøkstur umframt fuglur ella fenaður. Føroyingar hava altíð verið knýttir at náttúruni og tí tilfeingi, sum náttúran gevur okkum, og tað vísa hesi listaverkini á.

  

“Ein fyrstaútgáva er serlig, og hendan útgávan er øðrvísi enn nakað annað á marknaðinum. Tí vænta vit eisini, at nógvir føroyingar vilja ogna sær eitt eintak ella fleiri. Serliga, tí at tað eru so fá eintøk gjørd,” sigur Ingun N. Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini á Posta.   

Harleyfacadeacryl