Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan á Tøknibreytini

Jóhann Lützen

Sesilia Biskopstø, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið

 

Sesilia var uppi í lærugreinini Biotøkni A. Lærarin, Jóhanna Jørgensen, fekk heiðurin at seta húgvuna á høvdið.

Sum siður er, so slapp fyrsta pisan at vinda flaggið á stong.

Nakrar myndir frá løtuni eru facebook og instagram vangunum hjá skúlanum.

Prógvhandan verður úti í Grøv hósdagin 25. juni kl. 10, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Hjartaliga til lukku við húgvuni, Sesilia.