Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Setanin av Bindifestivalinum verður mikukvøldið kl. 19.00 – Øll eru vælkomin!

Tíðindaskriv

Tað verður Gudny Vang, sum setur Bindifestivalin hesaferð. Hon hevur verið ein av føstu undirvísarunum øll árini og hevur ment sína egnu verkstovu við føroyska bundnaturriklæðum, sum nú er vorðið kent um allan heim. Hornorkestrið kemur eisini at seta sín serliga dám á og eisini fáa vit aðra forkunnuga vitjan á okkara 5 ára føðingardegi.

Kunningardiskurin letur upp kl. 17 og tá ber til at býta atgongumerkið um við armband. Hevur tú ikki fingið valt ella keypt tær verkstovu, so ber til at fáa tað avgreitt her.

Nøkur atgongumerki og Dinnerteatur eru eftir og kunnu tey eisini keypast við Kunningardiskin. Prísurin fyri atgongumerkið, ið er galdandi allar dagarnar, er kr. 995.- og Dinnerteatur, sum verður fríggjakvøldið 12. apríl kl. 19.30 kunnu eisini keypast fyri kr. 795.- (v/armband) ella kr. 895,- (u/armband).

Einstøk atgongumerki til einstøku fyrilestrarnar og framsýningar kunnu eisini keypast við dyrnar fyri kr. 175.- og kunnu ikki bíleggjast.

Einstaku gongutúrarnir kunnu eisini keypast fyri 175,- . Her er avmarkað atgongd og mást tú tí bíleggja tær pláss.

Aftur hesaferð hava fuglfirðingar staðið við opnum ørmum og eru tilreiðar at taka ímóti bindifestivalgestum. Sum fyriskiparar er tað stórbart at bjóða gestunum hesar umstøður. Stóra takk fyri.

Serstøk tøkk til undirvísarar, fyrilestrarhaldara og onnur sum seta framsýningar upp til hetta høvið, uttan tykkum var Bindifestivalurin ikki vorðin til tað hann er.

Vit høvdu øll somul verið væl fátækari, um vit ikki høvdu kvinnur og menn, sum hava hildi fast um “at binda” og somuleiðis hava hildi fast í handverkinum. Teimum til HEIÐURS fara vit undir 5. Bindifestivalin.

 

Góðan Bindifestival

 
Steintóra, Sólgerð og Marni