Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Setrið vitjar Klaksvík

Jóhann Lützen

Kunningartiltak verður á Tekniska skúla í Klaksvík í morgin 11. apríl frá klokkan 9:30 til 12:30, har øll eru hjartaliga vælkomin at hoyra um tær mongu og góðu útbúgvingarnar, sum til ber at taka á okkara universiteti í Føroyum.

 

Básurin stendur uttan fyri miðlasavnið, har lestrarvegleiðarar eru at vegleiða og kunna.

Herfyri var Setrið á Miðnámi á Kambsdali, har elstu næmingarnir fingu høvi at kunna seg um møguleikarnar fyri at taka hægri útbúgving í Føroyum. Fyrrapartin í dag er Setrið saman við Vinnuháskúlanum og Hægri Námi á Glasir, har básar eru við fólki og tilfari til tey ungu. Í morgin stendur so Klaksvík fyri tørni, og seinni í mánaðinum verður eisini farið á Miðnám í Vestmanna og Miðnám í Suðuroy at kunna um lestrarmøguleikarnar.

Harleyfacadeacryl