Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seyðadagur í Gerðastovu

Jóhann Lützen

Sum partur av siðvenjuni í Gerðastovu skipaðu børn og starvsfólk fyri seyðadegi fyri foreldurunum, har alt skuldi njótast, sum ein kann gagnnýta av einum seyði.

Í fjør heyst flettu tey í Gerðastovu ein seyð og nú var tíðin komin at gagnnýta hann. Børn og starvsfólk skipaðu fyri, tá foreldrini vórðu boðin við. 

Á degnum varð bjóðað blóðpylsa, livradeiggj, rullipylsa, riv, skerpikjøt, ræst kjøt, drýl, røst súpan, súlta rót, eplir og annað. Eisini var kaffi, saft og kaka. 

Hendan vikan hevur verið nógv merkt av at starvsfólkini – Krista Hvannastein, Asta Svøðstein Rannvá Andreasen og Rúna Bjartalíð – og børnini í Gerðastovu hava rigga til serliga seyðadagin. Tey hava gjørt mat, perla seyð, gjørt seyð av lego, gjørt seyð úr wc-rullu, tekna seyð. Tey hava lisið søgur um seyð, sungið sangir um seyð og hava verið kreativ á ymsan hátt. 

Børnini sýndu fram ein sjónleik, ið snúði seg um at vit øll skulu verða góð við hvønn annan og verða góðir vinir. Eisini vórðu nakrir seyðasangir á skránni. 

Foreldrini vórðu samd um at starvsfólkini og børnini høvdu duga orduliga væl at fingið burturúr seyðinum, maturin smakkaði sera væl og sjónleikurin var væl frágingin. 

Norðlýsið fekk loyvi at taka nakrar myndir.