Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seyðahundakappingar á Viðareiði

Jóhann Lützen

Leygardagin verður seyðahundakapping á Viðareiði, á bønum omanfyri nýggja fjósið

 


Kappast verður í klassa 1 og klassa 2. Klassi 1 eru óroyndir hundar og klassi 2 eru hundar við royndum.

18 Mars verður stóra kappingin í klassa 3, tá kappast teir bestu hundarnir um at sleppa til EM og VM. Hetta er næst seinasta kappingin í kappingar árinum 22/23. Stigatalvan er á heimasíðu Seyðahundasambandsins: https://hundar.fo/kappingar/ 

Jónleif Jørgensen verður dómari. Jónleif er ein hin royndasti dómarin í Føroyum.

Norðoya seyðahundafelag skipar, við góðar hjálp frá bóndunum á Viðareiði, fyri kappingini. Tað eru 10 ár síðan at kapping var á Viðareiði seinast. Umstøðurnar á Viðareiði eru av allar besta slag. Og gleða tey í Norðoya seyðahundafelag seg til tvey spennandi vikuskifti.

 

Harleywoodpaint