Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seyðasýning á Syðradali í dag

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Drúgv skrá er fyri dagin, har m.a. Noomi í Dali greiðir frá binding fyrr og nú og so gongur dagurin við drúgførum arbeiði við at sýna seyðin.

Byrjað varð uppi í Skúlanum við felagssanginum, Nánd. Síðani greiddi Paulina, sum er ein av mongu fyrireikarunum til henda serliga dagin, frá skránni og takkaði stuðlunum, teirra millum Klaksvíkar kommunu, sum høvdu verið við til at lætta um og eisini kunna gera tað møguligt við so prýðiligum heiðursmerkum – ein steinpláta frá Grótvirkinum úr Skopun.

Noomi, ið hevur eina sniðgevingaraútbúgving og hevur granskað í ”Materiel kultur”, ið til dagligt undirvísir á Læraraskúlanum í hondverk og list, greiddi frá ullini, sum hevur verið her í Føroyum, heilt síðani fyri víkingarnir komu higar.

So handfaring av ull, binding, spinning, veving, mynstur og ymsu mátarnir at fara til verka uppá, hevur allar tíðir verið ein týðandi lutur í gerandisdegnum í Føroyum.

Borðreitt í skúlanum

Á miðdegi varð boðið til frálíkt máltíð í skúlanum við rullpylsu, skerpikjøti, røstum kjøti, súltaðum rótum og hópin av øðrum góðum viðskera. Her var nógv ymiskt seyðaprát, men eisini sjómansprát um vandaferðir og sjálvandi onkran góðan túr eisini.

Alt teknaði til ein hugnaligan dag, tí umstøðurnar vóru góðar og veðrið av tí allar besta.

Sýningin

Seyðasýninging, sum var fyri alla oynna, var í tveimum høgligum seyðahúsum – í Seyðstovu hjá Erik Eliasen og í seyðahúsinum hjá Blankskálagarðinum.

Har vóru 57 lomb og 9 veðrar fráboðað – úr 18 hagapørtum at vera við til sýningina.

Sýningin tekur drúgva tíð, stóran part av degnum og eru tað Zachrias R. Jakobsen úr Leynum, Kjell Nattestad úr Miðvági, Jens Ivan í Gerðunum úr Vestmanna og Ari Johannesen úr Kvívík, sum sýna á Syðradali í dag, har seyðurin, sum sagt kemur úr at kalla allari oynni.

Tað, sum teir leggja seg eftir, er m.a. mát á mjóryggi, bringumát, renningin á hornunum, føturnar, ullin og so annars eina heildar mynd av seyðinum.

Meðan alt hetta gongur fyri seg, eru nógv fólk til staðar, men menninir eru fámæltir og tað tykir, sum tað stendur nógv uppá spæl.

Hugnaløta

Kl. 19 í kvøld er hugnaløta í skúlanum har heiðurstekin verða handað vegna seyðasýningina, og er tað Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum stendur fyri hesi handanini. Helst verður eisini okkurt til smímibondini afturvið hesi hugnaløtuni, har rættiliga nógv fólk verður við, og borðreitt verður við tí besta úr hjallinum.

Tað er spenningur í til slíkar sýningar, sum menn ganga nógv uppí. Fyri summar teirra, stendur líka nógv á, sum til ein týðandi landsdyst, tók ein teirra til.

Jú, sýningarnar eru umráðandi og eru við til at lyfta góðskuna á seyðunum og seyðahaldinum annars. Tá ið so veðrið er av tí fagrasta, sum í dag, er talan um sannan høgtíðsdag, fegnaðist ein teirra um.

Seyðayvirlit:

Matr. nr.  Hagapartur           Eigari                  Nr.
86f             Teisturðshagi         Andrias Eliasen 1-3
88              Líðin, Leitið             Ragnar Dalsá     4-11
86a            Blankskálagarður, Bjørn Kalsø       12-18
27b            Djúpidalur, Norðaripartur, Eyðun Eliassen 19-20
86d            Galvurin, Petur Ingvard Svarvadal  21-22
86c            Á Nevinum, Karstin Joensen           23-24
120d          Líðin, Norðaripartur, Eyðun Eliassen 25-28
120L          Dighamarshagi, Markus í Norðnastovu 29-30
120g          Djúpidalur, Niðari partur, Jógvan í Beiti 31-32
120c          Kambur, Vestari partur, Óli Jógvansson 33-34
120a          Djúpidalur, Ovari partur, Markus í Norðnastovu 35-36
120h          Kambur, Eystari partur, Sámal Petur í Grund 37-39
89              Dalarnir, Jógvan Johannesen           40-43
28a            Kallsgarður, Jóhannus Kallsgarð      44-48
120k          Líðin, Heimaripartur, Jaspur Isaksen 49-50
90              Hattardalur, Jóhanna Maria Isaksen 51-56
27a            Fyri Heiman, Jóhannus Kallsgarð     57-60
87a            Suður í Haga, Hans Elias Højgaard  61-66