Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Seyðasýning í Vestmanna

Ditte Mathilda Joensen

Komandi leygardag verður seyðasýning í Vestmanna. Hetta er 9. sýningin, sum vestmenningar skipa fyri.

 

Eta hvørki ull ella horn

Vit eta hvørki ull ella horn, so hví meta um týdningin av teimum, og, um tey eru vøkur á at líta? Hetta er nakað av tí, Jens Ivan í Gerðinum, frá Búnaðarstovuni, kemur at hugleiða um, umframt at greiða frá, hvat hugt verður eftir til eina seyðasýning.

Í 2006 var farið undir at fyrskipa eina seyðasýning í Vestmanna. Stóri stigtakarin til seyðasýningina var Petur Joensen, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri seyði. Síðani tá hevur sýningin verið á øðrum hvørjum ári, og er tað enn Petur, saman við øðrum góðum fólki í Vestmanna, ið tekur stig til tiltakið. Fleiri fólk hava tikið lut í sýningunum, ung sum eldri, vestmenningar eins og fólk aðrastaðni frá. 


Vaksandi áhugi fyri seyðahaldi

Vestmenningar vóru ikki fyrstir við seyðasýningunum – sýningar hava verið kring landið, fyriskipaðar m.a. av Jarðarráðnum og lokalum fólki.

“Ein seyðasýning er eitt gott høvi hjá fólki at savnast, og møguliga at læra nakað nýtt um seyð. Eisini hevur tað týdning fyri okkum at kunna bera tann mentanararvin víðari, sum seyðahald er. Samstundis er tað eitt mennandi og hugnaligt tiltak”, sigur Petur, sum gleðir seg til sýningina, nú leygardagin. 

Tá byrjað var við seyðasýning í 2006, komu sýnsmenn úr Klaksvík at sýna og at leggja vestmenningum lag á. Teir vóru Andras Joensen í Gerðum, Petur Andreassen, Heini Mohr og Sigmar Andreassen, og hesir vóru eisini við til aðru sýningina í 2008. Síðani tá hava sýnarar verið ymsastaðni úr landinum, og sýningin hevur eydnast væl. Virðislønir vera lætnar fyri besta, næstbesta og triðbesta seyð, og fyri besta haga. Eisini verður uppboðssøla av haruhagum eftir sýningina.

Seyðasýningin hesaferð verður í Fjalshaga leygardagin, 29. oktober kl. 13:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
https://www.facebook.com/seydasyning/