Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SF forsøla

sf.fo

Forsølan til Summar Festivalin er byrjað. Fyrstu atgongumerkini verða seld fyri serligan prís

Landsins størsta tónleikatiltak leggur nú av álvara frá landi og fer undir forsøluna.

Summar Festivalurin nummar 17 í røðini verður hildin í Klaksvík dagarnar 6. til 8. august 2020.

Aftur hesaferð fer Summar Festivalurin at bjóða kend altjóða tónleikanøvn og eitt vakurt og spennandi føroyskt blómutyssi av bólkum og sangarum.

Summar Festivalurin hevur nú sett fyrstu 2000 vikuskiftispassini til sølu fyri serligan prís. Hesi kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.