Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shell letur 80-ára avsláttur í dag.

John William Joensen

Millum klokkan 07.00 og 18.00 í dag selur Shell bensin og diesel við 80 oyrum í avsláttri fyri liturin, sum verður fyltur beinleiðis á bilar á Shell-støðunum kring landið. Shell letur avslátturin, tí í dag eru 80 ár liðin, síðani fyrsta tunnan av olju frá Shell varð seld í Føroyum

Á øllum Shell-støðunum í Føroyum verður latið 80 oyru í avsláttri fyri liturin av bensini og diesel, sum verður fyltur beinleiðis á bilarnar. Hesin avsláttur er galdandi millum klokkan 07.00 og 18.00 í dag.
Júst í dag eru 80 ár, síðani fyrsta tunnan av olju frá Shell varð seld í Føroyum, og tí letur P/F Føroya Shell hendan avslátturin.
Christian Holm Jacobsen var tann fyrsti, sum fór at selja olju frá Shell í Føroyum, og í einari gamlari uppskrivingarbók hjá honum stendur, at tann fyrsta tunnan varð seld I. P. Evensen tann 27. mai 1925.
Síðani er virksemið hjá Shell í Føroyum økt nógv. Í 2004 seldi P/F Føroya Shell umleið eina millión tunnur av olju. Tað er 165.731.000 litrar.