Leygardagin spæla Mjølnir kvinnurnar fyri seinastu ferð í hesum kappingarárinum á heimavølli.
Dysturin er ímóti TB og byrjar leygardagin kl. 13.30. Mjølnir liggur á 4. plássi við 14 stigum, meðan TB á 5.plássi hevur 13 stig. TB hevur tó leikt ein dyst færri.




