Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður Clementsen venjari hjá FC Suðuroy og Fótbóltsakademi Føroya

Jákup Ósá

Sigfríður Clementsen fær nýggjar avbjóðingar.

Sigfríður Clementsen var venjari hjá Víkingi seinna partin av kappingarárinum í fjør. Nú fer hann til Vágs at royna seg. Hann hevur áður verið venjari hjá TB, so tað er ikki heilt ókent fyri honum, at venja eitt lið í Suðuroynni. Harumframt skal hann vera venjari á Fótbóltsakademi Føroya.

 

FC Suðuroy skrivar soleiðis:

Nú er greitt, at Sigfríður Clementsen verður venjari hjá FC Suðuroy komandi kappingarár og hjá Fótbóltsakademi Føroya. Hetta váttar Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.

 

FC Suðuroy og Fótbóltsakademi Føroya søktu undan jólum eftir venjara og nú er Sigfríður Clementsen settur í starv sum venjari.

Sigfríður Clementsen hevur venjaraútbúgving og er venjari við UEFA A-prógvi. Sigfríður er eisini ein av royndu føroysku venjarunum og hevur verið eitt av føstu andlitunum í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, har hann eisini hevur vunnið Føroyameistaraheitið og steypakappingina við liðum, sum hann hevur vant.

Vit eru sera fegin um at hava fingið ein av allarbestu venjarum í landinum til felagið, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Vit ganga sum kunnugt nýggjar spennandi leiðir og skulu byggja upp eitt sterkt fundament undir FC Suðuroy, samstundis sum fyrsta fótbóltsakademi í landinum fer í gongd. -Og við Sigfríði Clementsen og Jón Paula Olsen fáa vit eitt sera sterkt venjaratoymið í felagnum, har Jón Pauli er høvuðsungdómsvenjari og Sigfríður er venjari hjá 2. deild – og báðir eru venjarar á Fótbóltsakademi’num, so framtíðin fyri fótbóltin her á leiðini sær sera spennandi út, sigur Julius Vest Joensen.

Sigfríður byrjar 1. februar 2019.

Harleyfacadeacryl