Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Siglufjørður – Sigling 2020

Tíðindaskriv

Íslendingar flestu kenna væl Føroyar, men vitanin um føroysku sluppirnar, sum fiskaðu undir Íslandi, verður, sum frá líður, kámari. Í endanum av juni mánaði fer Westward Ho til Siglufjørð á Norðurlandinum, sum í 40’unum til upp í 60’unum var miðdepil fyri sildafiskiskapin á Norðurlandinum.

Siglt verður av Havnini 27. juni 2020. Fáa vit góðan byr, verða vit ætlandi á Siglufjørðinum mánadagin 29. juni, har vit leggja at beint við Sildasavnið. Stjórin fyri Sildasavnið stendur fyri móttøku, og í felag hava Sildasavnið og Westward Ho gjørt eina skrá fyri vitjanina.

Ætlan er at hava opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa umborð at síggja tær umstøðurnar, sum manningar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi. Eisini fara nakrir barnagarðsflokkar umborð á Westward Ho. Harumframt fer KIWANIS í Siglufirði at hava eina lítla samkomu fyri manningina. Við á túrinum verða tveir sjómenn, sum hava fiskað við slupp undir Íslandi í 1960’unum.

Av Siglifjørðinum verður lagt inn á Norðfjørðin, áðrenn kósin verður sett móti Føroyum. Verða líkindi, verður lagt inn Grímsey. Við støði í sluppini er ætlanin at vísa, hvussu føroyska samfelagið hevur megnað upp á 150 ár at ment seg frá einum tilafturskomnum bóndasamfelagi til eitt nútímans samfelag.

Fiskurin er framvegis tað mest týðandi búskaparliga beinið, føroyska samfelagið stendur á, men samfelagið hevur ment seg til í dag at vera eitt sera áhugavert ferðamannaland, sum m.a. kann bjóða framúrskarandi gastronomiskar og tónlistaligar upplivingar í sermerktum umhvørvi.

 

Harleyfacadeacryl