Fríggjadagin, 08.september – og tað er komandi fríggjadag – , er hugnaløta kl. 15.00 í kirkjukjallaranum
Sigmar Høgnesen sigur frá barnaárunum og sjólívinum. Marjun Lómaklett leiðir løtuna, og hevur eina stutta andakt. Ein góður drekkamunnur verður at fáa.



