Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Signar á Brúnni: “Vit skjóta okkum sjálvi í fótin”

Jóhann Lützen

Í drúgvari samrøðu við Eysturoyarportalin loysir Signar á Brúnni frá posabandinum um aktuellu politisku støðuna. Hann ávarar ímóti at slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum, tá hetta vil kosta dýrt uttan at steðga nøkrum kríggi.

Eysturoyarportalurin hevur í dag drúgva samrøðugrein við Signar á Brúnni, fyrrverandi løgtingsmaðurin og landsstýrismaðurin fyri Tjóðveldi. 

Eitt nú staðfestir fyrrverandi løgtingsmaðurin, at akademikarar hava miðsavnað maktina í høvuðstaðnum.

–Nú verða avgerðirnar tiknar, mest sum bert av akademikarum.

Signar á Brúnni

Signar á Brúnni óttast fyri avleiðingunum av, at Tjóðveldi letur seg stýra av Javnaðarflokkinum. Ítøkiliga ber hann ótta fyri, at samgongan velur at slíta fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum: 

“Hann er bangin fyri, at tað er serliga Javnaðarflokkinum fyri at takka, at fíggjarlógin gevur eitt hall. Tí hann heldur, at flokkurin er tann, sum hevur givið flestu lyftini, og sum oysir pengar út til høgru og vinstru. 

–Eg eri stórliga bangin fyri, at vit koma í stórar trupuleikan av hesum. Eg eri stúrin. Nakað sum eg ikki plagi at verða.

–Vit skjóta okkum sjálvi í fótin. Fleiri ferðir enn tá. Serliga tá eisini verður hugsa um Russlandssáttmálan, og at vit nú hava bannað russarum at koma til bryggju. Har fara vit at missa nógvar milliónir. Fyri hvat? Vit koma so ikki at steðga nøkrum kríggi.

-Hví kunnu vit ikki gera líka sum norðmennirnir? 

Hvat er hetta fyri nakað, sum hendir í samgonguni og hjá mínum egna flokki, spyr hann undrandi til seinast.”