Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Signhild: – Mentanarhúsið fer at savna fólkið

Jóhann Lützen

– Hetta er avgjørt eitt stig rætta vegin fyri ein bý, ið vil gera vart við seg, sigur Signhild V. Johannesen varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs

Sum forkvinna í mentanarnevndini er Signhild eisini forkvinna í stýrinum fyri grunnin Mentanarhúsið, sum gera av formi og innihaldi í Mentanarhúsinum. 

– Við tað at tilboðini koma inn í vikuni og tað, at vit fara í gongd eftir summarfestivalin, ger, at vit sum býur koma eitt stig nærri mentanarhúsinum, sum fer at savna fólkið, birta hugskot og skapa tiltøk eins og list. Hetta er avgjørt eitt stig rætta vegin fyri ein bý ið vil gera vart við seg. So eg fegnist at vit nærkast og skjótt fara at síggja verkætlana við nýggja Mentanarhúsinum í Klaksvík taka skap, sigur Signhild V. Johannesen við Norðlýsið