Strandferðslan hevur uttan ávaring sett Sildberan at røkja farleiðina um kalsoyarfjørð. Ónøgdin er stór á Kalsoynni.
Norðlýsið hevur vent sær til Markus í Norðnástovu, sum býr í Mikladali at frætta um støðuna og hoyra hansara viðmerkingar um hvussu kalsoyingar uppliva støðuna.
– Tað er einki galið við Sildberanum, uttan tað at hann tekur ikki farm og bilar. Vit mugu og skulu fáa mynduleikarnar at skilja at skal Kallsoynni verða lív laga, so má ein bilferga vera tøk alt árið, til at seta inn tá Teistin,Ternan, ella Sam eru til eftirlit, ella tá sertúrar skulu gerast út á tey smærru plássini, ella serligar uppgávur skulu loysast, sum SL tjenar pengar uppá, sigur Markus
– Tí sakin er tann at tá slíkt verður gjørt, verður tað altíð Sam, sum verður tikin frá okkum í Kallsoynni. Nú blívur hann vekk í 4 dagar, síðsta frïggjadag varð Sam eisini tikin úr sigling til Farmaflutning, og tað hevur millum annað við sær at IRF bilurin ikki sleppur yvir at tøma bingjurnar í oynni, sum nú hava staði fullar í 3 vikur. Teir tøma vanliga fríggjadag, Páskinar og so farmatúrurin sïsta fríggjadag hava orsaka tað, so er tað SL bilurin, sum ikki skeppur üt við frakt, mjólkabilurin skeppur ikki at avheinta mjólkina, tað er eisini altíð onkur hús í oynni undir ummvæling so tað forstýrar handverkararnar almikið, fyri ikki um at tala ferðavinnuna sum skal verða við til at menna okkara vøkru oyggj, nú í Kópakonan, Vitin á Kallinum og annað mangt draga ferðafólk norð alt árið, sigur Markus.
– Í gjár var reint kaos, tí kl 10.00 túrin vóru nógvir leigubilar við útlendingum, sum stôðu í kø, men eingin Sam. 12 av teimum komu við Sildberanum, saman við 6-8 fastbúgvandi yvir á Syðradal kortini, sluppu so Norð á Trøllanes við Bussinum, og seinii um dagin koyrdi onkur tey heim til Mikladals av vælvild, so tey sóðu Kópakonuna, Norðnástovusmiðuna, Mylluna, Marjunarhav og annað áðrenn tey fóru heimaftur á Syðradal kl 15.25 við bussinum, sigur Markus.
– Høvdu vit haft eina eykafergu og høvdu so hinar pussa upp um veturin uppá skift, kundi eyka fergan gjørt seruppgávur alt summarið, landi og fólki til gleði. Støðan er ótolandi og skjôtt verða eingi fastbúgvandi eftir at taka sær av ferðavinnuni, skal tað vera so torført at búgva her í 2018, sigur Markus at enda.




