Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sílnet er við fyri at vísa andlit

Jóhann Lützen

Hans Jacob Poulsen er stjóri á Sílnet, og hann sigur, at fyritøkan hevur verið á Atlantic Fair og áðrenn tað Fish Fair, líka síðani fyritøkan flutti norður til Klaksvíkar fyri tíggju árum síðani. Fyritøkan hevur klárað seg væl, tó við einum bakkasti undir Corona. Men arbeiði er hvønn dag, opið er hvønn dag, og fyritøkan hevur fleirfaldað sítt starvsfólkatal úr 4 til 14-15.

Sílnet er ein fyritøka, sum heldur til norðarlaga á Kósini, beint omanfyri Kósavirkið. Sílnet er ein 22-ára gomul fyritøka eftirhondini og sá dagsins ljós í Gøtu í 2002. Í 2013 keypti fyritøkan bygning í Klaksvík, og Hans Jacob tók við sum stjóri í 2014 og hevur verið tað síðani. Kristian ”Gissa” í Lambanum stovnaði fyritøkuna, og hann valdi at trekkja seg eitt sindur og heldur gerast framleiðsluleiðari, nakað eftir at flutt varð til Klaksvíkar. 

Vørurnar og tænasturnar, sum Sílnet selur, kunnu býtast í fýra. Rættiliga fittur partur av útgerð fer til alivinnuna, eitt nú reiðskap til bátarnar, t.d. ”fortøyningar” og akker, og so selur fyritøkan eisini nógvar nótir, herundir glúpar, net, kastinótir o.a. til alivinnuna. Síðani kemur pelagiski flotin, sum Sílnet mest av øllum veitir tænastur, serliga umvælingar av nótum og posum. Triði parturin er serliga botntrol, og teir flestu av smærru botntrolbátunum hava fingið trol frá Sílneti. Fjórða beinið hjá Sílneti er kommunur og virkir á landi, sum til dømis keypa sjeklar, vatnskrúvur, togverk, wire’ar og lyftigreiðir til lastbilar. 

Hans Jacob Poulsen sær bjart upp á framtíðina, og leggur dent á, at tey veita góðsku, eru altíð til taks (hava samdøgurstænastu), og veita kappingarførar prísir.