Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Siloakórið og Dania jólakonsert

Siloa

Í kvøld, mikukvøldið 19. des. kl. 20.30, hava Siloakórið og Dania O. Tausen jólakonsert í Siloa í Fuglafirði.

Eyðun á Lakjuni stjórnar Siloakórinum, sum fer at framføra bæði gamlar og nýggjar jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.

Kendi sangfuglurin av Toftum, Dania Oddmarsdóttir Tausen, fer eisini saman við orkestri at framføra nakrar sangir.

Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa – og øll eru hjartaliga vælkomin.