Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Simba við Djúpumýru

Norðurljós

Hevur tú nakrantíð verið í uttandura biografi? Ljóðar hugnaligt, ha? Tað verður tað nevniliga, tá vit hittast við vøllin til teknifilm á stórskermi fríggjakvøldið á Norðurljósi.

Filmurin á skránni er Disney-klassikarin Lion King, sum eisini er millum best umtóktu sangleikirnar á Broadway, so høvið er gott at syngja við eisini.

Filmurin verður vístur á vøllinum og skermurin vendir beint móti áskoðaraplássunum í skýlinum.

Fríggjakvøldi 26. januar klokken 18:30 – 20:30

Útibiografurin er ókeypis og øll eru vælkomin – minst til kavadrakt og teppi!