Simen Sandmæl var valdur til dagsins leikara móti Tre Fiori. Hann var sera væl nøgdur eftir dystin.
Fleiri KÍ-leikarar spældu ein sera góðan dyst móti Tre Fiori. Teirra millum Simen Sandmæl, sum spældi størsta partin av dystinum sum álopsleikari undir liðuni á Patrik Johannesen. Hetta hevur virkað væl fyrr í ár og tað gjørdi tað aftur hesaferð. Simen áttið uppleggið til fyrsta málið og skoraði tað næsta málið. Í seinna hálvleiki var hann nær við at skora einaferð enn, men tá var stongin fyri. Á Sona bleiv hann valdur til dagsins leikara av KÍ-viðhaldsfólkunum. Hann var eisini fegin, tá Norðlýsið hitti hann eftir dystin.
– Tað er ein góð kensla. Vit spæla ein góðan dyst allan vegin. Vit eru fokuseraðir og byrja væl við at fáa tvey mál og eru effektivir. So blívur dysturin opin í seinna hálvleiki, og tá kemur munurin til sjóndar á liðunum. Vit renna meir enn teir, vit vinna fleiri nærdystir enn teir og eru rætt og slætt eitt betri lið. So tað var ein uppiborin sigur, segði Simen Sandmæl.
– Tað var øgiliga trupult at siga, hvat vit kundu vænta av Tre Fiori, tí vit vistu lítið um teir. Vit væntaðu eitt lið, sum var klókt taktiskt og eisini hevði nøkur skitin ”triks” í ermunum við at gera fríspørk og brúka tíð. Men eg haldi, at vit kláraðu gott at halda fokus á okkara spæl, og tá vísti tað seg, at vit vóru betri. Vit høvdu eina ætlan við at spæla afturum teirra verju fyrsta partin av dystinum fyri at strekkja teir og skapa støður frammi á vøllinum. Og tá vit høvdu gjørt tað leingi nokk, so bleiv teirra liðið meira opið, og tá fór teirra strukturur nakað. Tá blivu rúmini størri og tað bleiv lættari at spæla eftir jørð. Tað er trupult at siga, um 5-1 er munurin millum liðini, tí vit hava bara ein dyst at taka sum útgangsstøðið. Men vit hava eitt gott úrslit til næsta dyst og nú er tað upp til okkara at gera eitt gott arbeiðið í San Marino. Eg visti ikki av, at hetta var størsti sigurin hjá einum føroyskum felag í Europa, so tað er stuttligt. Tað vísir, at vit hava gjørt okkurt rætt fram móti hesum dystinum. Men tað kann ikki blíva nøkur hvílipúta, tí vit skulu víðari. segði norski KÍ-leikarin.
Trívist væl í KÍ
28 ára gamli Simen Sandmæl hevur havt eitt sera gott kappingarár og telist millum størstu profilarnar í føroysku kappingini higartil. Hetta er hansara fyrsta ár í Føroyum, og hann trívist væl.
– Tað hava verið nakrir fínir mánaðir her í Føroyum. Tað hevur snúð seg um at tillagað seg stílinum og mentanini. Men eg haldi, at tað hevur gingið øgiliga væl. Eg trívist væl í felagnum og á liðnum. Vit hava ein sera dugnaligan venjara, so eg síggi nógv fram móti teimum næstu fýra mánaðunum, segði Simen Sandmæl við Norðlýsið eftir dystin.




