Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Simona nýggj í FFT

Jóhann Lützen

Felagið Føroysk Tónaskøld, FFT, hevði aðalfund 15. novembur 2025. Simona Eivinnsdóttir kom í nevndina í staðin fyri Guðrið Hansdóttir, ið ikki tók við afturvali

 

Nevndin skipaði seg soleiðis:

  • Sunleif Rasmussen – formaður
  • Kristian Blak – kassameistari
  • Heðin Ziska Davidsen – skrivari
  • Simona Eivinnsdóttir – nevndarlimur

 

Umframt at felagið hevur neyvgjørt nakrar av stuðulsorðingunum, ið eru at finna á heimasíðu felagsins www.composers.fo, so arbeiður felagið í tøttum samstarvi við KODA, um at bøta um og økja um rættinda útgjaldini til føroysk tónaskøld.

Á aðalfundinum kundi eisini staðfestast, at føroyska luttøkan á Nordic Music Days er vaksandi. Eisini var staðfest, at, eins og tey norðurlendsku tónaskaldsfeløgini, so luttekur FFT ikki á Classical:Next komandi ár. Eins og undanfarin ár, so hevur felagið latið stuðul til hópin av festivalum, stakløg og heildarútgávur eins og framførslustuðul er givin til hópin av framførslum uttanlanda, m.a. til The Great Escape í Brighton, Iceland Airwaves í Reykjavík umframt stakar konsertferðir.

Harleyfacadeacryl