Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sirið skal handa eina virðisløn

Danial Viðoy

Sirið Stenberg skal á ársfundi í Norðurlandaráðnum millum annað handa eina virðisløn.

Sirið Stenberg skal á ársfundi í Norðurlandaráðnum millum annað handa eina virðisløn.

Tað skrivar Innlendis- og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Eisini stendur at lesa:

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum luttekur á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Keypmannahavn í hesi vikuni.

Sirið Stenberg er boðin at handa virðisløn á tiltakinum The Nordic Finale of the Nordic Built Cities Challenge, sum verður hósdagin. Runavíkar kommuna luttekur í kappingini um at fáa virðislønina.

Á ársfundinum tekur landsstýriskvinna lut á fleiri fundum innan bæði heilsuøkið og umhvørvisøkið. Eitt nú verður umrøða av uppskoti um, at Norðurlond kunnu keypa inn heilivág í felag heldur enn – sum í dag – hvør sær.

Mikudagin verður árligi ráðharrafundurin millum norðurlendsku umhvørvisráðharrarnar.

Í sambandi við ferðina í Keypmannahavn vitjar landsstýriskvinna eisini á Sjúklingahotellinum Tórshavn, umframt Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark saman við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.