Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sirið Stenberg vitjaði borgarstjóran

klaksvik.fo

Fyrrapartin í dag var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og vitjaði Karl Johansen, borgarstjóra. Tey bæði umrøddu nógv mál av felags áhuga á almanna- og mentamálaøkinum.

 

Fundurin byrjaði við, at borgarstjórin greiddi yvirskipað frá um kommununa. Síðan varð prátað eitt nú Umsorganarheimið Gloria, sum Almannamálaráðið og Klaksvíkar kommuna eru saman um at fíggja. Eisini var mentanarhúsið Varpið umrøtt, har borgarstjórin legði dent á, at tað hevur týdning, at kommunurnar verða viðgjørdar eins, tá viðvíkur stuðul til mentanarhús.