Tragikomedian við grótflutningi frá Sandoyartunlinum til Runavíkar Havn tykist ongan enda fáa. Seinasta sirkus-innslagið var, at borgarstjórin í Tórshavn fekk stjóran í Eystur- og Sandoyartunlar sissaðan við at siga, at bilarnir til betongflutning væl kundu koyra um næturnar, tí teir hava bara less við sær úr Havnini, koyra tómir hin vegin, eru tí undir 26 tons og kunnu tí koyra. “Men den går ikke”, sigur politiið.
Tóri Højgaard, løgfrøðingur og býráðslimur í Runavíkar Kommunu, skrivar á sosialu miðlarnar, at løgreglan longu hevur sagt, at soleiðis fungerar skeltið ikki. Stendur forboð fyri 26 tonsum, so er tað galdandi fyri øll akfør, ið kunnu lasta 26 tons, tí skeltini merkja mest loyvdu totalvekt og ikki tómvekt.
Fyrr í dag var ein meira róligur stjóri í tunnilsfelagnum annars úti og dró andan lættan, tí nú kundu betongbilarnir kortini koyra – helt hann. Men skeltini hjá borgarstjóranum í Tórshavn merkja, uttan at borgarstjórin sjálvur veit av tí, at bilarnir við betongi eisini verða raktir av forboðnum. Og harvið verður Sandoyartunnilin bæði seinkaður og dýrkaður.
Hetta er ikki fyrstu ferð í hesum sama máli, at Tórshavnar Kommuna setir skelti upp uttan reiðiliga at vita, hvat tað er, hon forbjóðar. Fyrst var talan um eitt vogntok yvir 24 tons, og tað rakti ongan, tí ongi vogntok koyra har. So kom eitt annað skelti upp, sum sambært fútanum heldur ikki var í lagi. Og tá tað loksins eydnaðist at fáa eitt skelti upp at standa, sum politiið kundi góðtaka, so hevur Tórshavnar Kommuna allíkavæl forbjóðað onkrum, hon ikki ætlaði sær at forbjóða.
Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði ein løgreglumaður í sinnismuni nøkur orð um borgarstjóran, sum fútin seinni segði verða betur ósøgd og sum ikki endurspeglaði virðini hjá Føroya Politii. Men tað er greitt, at sirkusið við skeltingini er frustrerandi fyri tey í løgregluni, tí tað er løgreglan, ið skal handhevja tey, og tey verða broytt í heilum, tí kommunan ikki hevur gjørt sær far um, hvat tað er, hon forbjóðar og ikki, áðrenn hon setir tey upp.
Landsstýrismaður í samferðslumálum og evsta vald á hesum øki er Jørgen Niclasen. Hann hevur lógarheimild til at fara inn og taka kommuna av ræði og steðga óskilinum við Velbastaðvegin. Tað er tó alla æru vert, at hann sigur seg vilja royna dialogin fyrst. Men tá ið status quo nú er, at ein frammanundan sera dýr samfelagsíløga vegna hesar lótirnar hjá Tórshavnar Kommunu kann gerast uppaftur dýrari og verða seinkað, so kann landsstýrismaðurin ikki loyva sær at bíða serliga leingi, áðrenn hann slær nevan í borðið.
Í Kringvarpinum herfyri frættist at ikki ein tann einasta formlig klaga er komin á borðið hjá Tórshavnar Kommunu um óljóð av koyringini, og kanningarnar hjá løgregluni siga tað sama. Er tað tá ikki at skjóta spurvar við kanónunum at seinka Sandoyartunlinum og dýrka hann fyri so lítið? Forkvinnan í Heimafriði eins og borgarar í Signabø hava verið í miðlunum og greitt frá, at tá tað kemur til óljóð og dálking í Tórshavnar Kommunu, so eru nógv meira átrokandi mál at loysa.
Vit hava helst øll í eina tíð smílt og flent eftir skeltis-glantrileikinum hjá Tórshavnar Kommunu, men tað blívur ikki við at vera stuttligt. Nú er tað við at gerast pínligt fyri høvuðsstaðarkommuna.




