Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sita vakt í Christianskirkjuni

Jóhann Lützen

Nú summarið stundar til, verður søkt eftir fólki at sita vakt í kirkjuni.

Christianskirkjan er opin fyri ferðafólki frá hálvan mai til hálvan september, mánadag til fríggjadag frá kl. 10.00 – 16.00. Hetta krevur nógv vaktarfólk, og lýsa vit í hesum sambandi eftir fólki, ið kunnu átaka sær hesa uppgávu, sum ber í sær, at vera í kirkjuni, tá ið fólk kemur.

Tað er einki krav at duga enskt, ella at duga at greiða frá um kirkjuna. Um so er, at ein kann ella vil tað, er tað eisini í lagi.

Tvey hold eru dagliga frá kl.10.00 -13.00 og frá kl. 13.00 -16.00. Tvey til trý eru í hvørjum holdi.

Hevur hetta tín áhugað so vinaliga set teg í samband við Mariu Olsen, kirkjuráðslim, á tlf.282171