Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvtøkur ofta óvirknar

Norðlýsið

Tað kemur alt ov ofta fyri, at sjálvtøkurnar at taka reiðan pening úr, ikki virka. Og alt ov ofta eru allar óvirknar í senn.

Hóast gjaldskort verða meira og meira brúkt, er framvegis ofta neyðugt at brúka reiðan pening. Hetta til dømis fyri at sleppa til fótbóltsdystir, í flestu bussunum hjá Bygdaleiðum, til lutaseðlasølu, og so tá kortterminalar annars eru óvirknir – nakað sum teir eru einaferð um vikuna, um ikki oftari.

Í Klaksvík vísir tað seg alt ov ofta, at tað ikki er gjørligt at taka út í sjálvtøkunum í Norðoya Sparikassa, Betri Banka ella Bank Nordik. Og somuleiðis ofta, at allar tríggjar automatirnar eru “niðri” um somu tíð.

Tað er sjálvandi í síðsta enda ábyrgdin hjá fólki sjálvum at hava reiðan pening niðurfyri, men hetta er samstundis ein spurningur um at peningastovnarnir veita eina nøktandi tænastu. At fara inn til kassan at biðja um útgjald kostar eitt avgreiðslugjald, og tá so er, áttu peningastovnarnir at syrgt fyri, at kundarnir høvdu so góðar møguleikar sum gjørligt fyri at “heva” pening.

Sjálvandi kann ein tekniskur trupulleiki altíð stinga seg upp, men tað er bara hent ov ofta í síðstuni, at sjálvtøkurnar hava verið óvirknar. Her eiga peningastovnarnir at fáa viðurskiftini í rættlag, gjarna við sínámillum samstarvi, eitt nú um ikki at allir dagføra í senn.