Beinta Løwe, løgtingskvinna, fyri Tjóðveldi vil hava Løgtingið at játtað 7 milliónir til Mentanarhúsið Varpið í Klaksvík.
Varpið fær ongar pengar á fíggjarlógaruppskotinum, og tí hevur Beinta Løwe gjørt uppskot um eykajáttan, so Varpið fær 7 milliónir.
Varpið hevur gjørt vart við, at teimum tørvar nakrar milliónir afturat, og tí havi eg gjørt uppskotið, sigur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.



