Fyrilestur í Løkshøll hóskvøldið 4. apríl kl. 19
Lógin um fyrisiting av sjófangi kom í gildi 1. januar 2018, og eru meiningarnar ymiskar um hvussu hon kemur at ávirka føroysku fiskivinnuni í framtíðini. Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, fer í fyrilestrinum í Løkshøll at greina hvussu hann heldur, at Sjófeingislógin avmarkar kappingarførið hjá føroysku uppisjóvarvinnuni.
Jógvan er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í Århus og hevur eisini eftirútbúgving innan leiðslu. Hann hevur í nógv ár arbeitt innan útvarp og sjónvarp – hann hevur verið stjóri í Kringvarpi Føroya og síðan 2008 stjóri í Felagnum Nótaskip. Umframt hetta hevur Jógvan drúgvar royndir innan nevndararbeiði.
Fyrilesturin hjá Jógvani er grundaður á hansara arbeiði sum stjóri í Felagnum Nótaskip og fer hann at seta fokus á, hvat skal til fyri at uppisjóvarvinnan skal blíva við at vera kappingarfør samanborið við somu vinnu uttanlands.
Les skránna her – tiltakið er alment og ókeypis.




