Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sjóhiti til Mentanarhúsið

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í hesum døgum verður grivin enn ein veit í miðbýnum tvørturum vegir, grønan vøll og parkeringspláss. Leiðin liggur hesaferð yvir til Mentanarhúsið, sum skal hava sjóhita

Eitt av áhugamálunum hjá teimum, sum hava stuðlað verkætlanini, hevur verið grøn orka – hvussu húsið verður hildið heitt.

Tá ið greitt varð frá sjóhitaskipanini, sum er ætlað til allar størri bygningar í miðbýnum, umframt at hon klárar meir enn tað, vakti hetta eisini áhuga og var viðvirkandi til stuðul saman við so mongum øðrum dygdum í húsinum.

Sjóhitin er bílig orka til húsið, sum er viðvirkandi til ein lægri rakstrarkostnað, enn annars. Tá ið henda leiðingin verður løgd nú, verður eisini støða tikin til kloakkleiðingar frá húsinum, sum kunnu ganga styttri leið beinleiðis til reinsiverki, ið liggur niðanfyri Politistøðina.

At sjóhiti nú verður lagdur inn til húsið, er ein tíðandi liður í fremjanini av húsinum, tí um ikki so langa tíð verður tak lagt á.