Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sjómannadagur úti í Klaksvík

Oliver Joensen

Fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag úti í Klaksvík byrja longu at síggjast. Kørini til “livandi fiskar” eru komin upp og okkurt smávegis er komið í kørini. Neyvan gongur long tíð til fiskur er í øllum kørunum.

Bygningurin hjá Kósini verður nú reistur og teltini byrja at koma upp. 

Sambært skránni, sum liggur her á síðuni, so verður ein fyrilestur hjá Numo hóskvøldið, Fiskikappingin fyri børn og Vatnkríggj fríggjadagin og so leygardagurin frá morgni av við alskyns tiltøkum.

Alt ókeypis fyri vitjandi eisini matur og drekka, so setið vikuskiftið av til Føroya Sjómannadag.