Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómanskvinnuringurin landsstevnu

Tíðindaskriv

Í døgunum 6-8. mai verður árliga landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Leguhúsinum í Nesvík. Stevnan er eitt slag av ársfundi hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

Skráin er bæði spennandi og fjølbroytt.

Úr henni kann nevnast, at bæði kór og solistar koma at syngja, frágreiðingar verða frá sjómonnum, bíbliutími, leiðarafundur, medarbeiðarafundur við fokusi á arbeiðið, frágreiðing frá missiónsferð, gudstænasta, góður matur og góður hýrur.

Hóast tað mest eru kvinnur úr sjómanskvinnuringunum sum samlast, so eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini vælkomnar.

Tekningarfreistin er mánadagin 25. apríl.

Hjartaliga vælkomnar.

Harleyfacadeacryl