Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjóndepilin nýggjan leiðara

Dávur Winther

Í gjár, 20. apríl varð avgjørt at seta Birnu Vestergaard í starv sum leiðari av Sjóndeplinum.

Birna er útbúgvin sum lærari og hevur starvast sum lærari í føstum starvi frá 2008 – 2020.

Eisini hevur hon rikið Glyvralon í nøkur ár, verið deildarleiðari á Sjóndeplinum í styttri skeið 2024 – 2025 og sett sum fyribils leiðari á heysti 2025 til nú.

Hesa stuttu tíð, Birna Vestergaard hevur verið fyribilsleiðari á Sjóndeplinum, hevur hon víst dygdir og gott handalag, sum ein hóvligur og miðvísur leiðari.

Stýrið ynskir Birnu Vestergaard til lukku við starvinum og bestu eydnu!