Hevur tú hug at spæla sjónleik? Sjónleikaskeið byrjar nú fríggjakvøldið í Skúlanum á Ziskatrøð.
Ung í MÁF lýsa við skeiði í sjónleiki fyri ungfólk:
Sjónleikaraskeið í Klaksvík
Ert tú millum 16 og 25 ár
– hevur hug at spæla sjónleik
– hevur hug til eitt øðrvísi vikuskifti
kom til Klaksvíkar vikuskiftið 8.-10. apríl.
Undirvísarar eru: Eyð Matras, improvisatión
Hjørdis Johansen, teatersport.
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 8. apríl kl. 19 í skúlanum á Ziskatrøð.
Gist verður í Skótahúsinum (havi soviposa við)
Kostnaður fyri skeið, kost og logi kr. 400,-
Tilmelding: maf@maf.fo tlf. 315624
Ung í MÁF




