– Í næstum verður eitt sjódippara felag sett á stovn. Í hesum sambandi fara vit at seta eitt neyst uppi í Borðoyavík við møguleikum fyri skiftirúmi, sauna og vesi. Tað skapar enn eina spennandi mentan ella býarrúm, og hetta staðið fer at leggja upp til eitt frískt og virkið felagslív tætt at nattúruni, sigur Annika S. Biskopstø býráðslimur fyri Tjóðveldi
– Sjódipping sigst at vera heilsugott, tann rørsluligi parturin, løtan úti í fríu nattúruni og góða samanhaldið, sum útifelagsskapurin gevur. Allir aldursbólkar kunnu sjódippa, men tað eru serliga tilkomin og eldri, sum hava hava tikið hetta til sín. Og tað er eisini gleðiligt. Hetta ítrivið skapar eitt virkið og sunt lív og fremur eisini sálarbót og trivnað. Somuleiðis eru vátdraktir, og tað at leypa á sjógv, vorðið eitt vaksandi rák í millum okkara størri børn og ungdómin. Hesum ynskja vit sum býráð at lofta, sigur Annika S. Biskopstø




