Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjóvinnuforum fyri sjófólk

Tíðindaskriv

Endamálið er at savna sjófólk, har viðkomandi mál innan sjóvinnuna verða umrødd.

Nógvir møguleikar og eisini forðingar fyri sjófólk í dag. Sera stórur tørvur er hjá sjófólki at dagførast og at blíva kunnað um ymisk viðurskifti, millum annað digitalisering av vinnubrøvum, trygd og førleikamenning.

Til dømis hava fleiri sjófólk trupuleikar at fylgja við altjóða reglum, og fleiri dømir eru um, at føroysk sjófólk ikki fáa mynstrað.

Sjóvinnustýrið hevur sett í verk digitalisering av millum annað vinnubrøvum og mynstring. Um eitt skjal verður skeivt útfylt, kann hetta fáa fylgjur fyri sjómannin. Tí ræður um at fylla skjølini rætt beinanvegin. Millum annað verður grundiga umrøtt á degnum.

Á degnum luttaka  Maskinmeistarafelagið, Sjóvinnustýri, Føroya Skipara- og Navigatørfelag,  LÍV og Vinnuháskúlin sum innan sítt øki greiða frá viðkomandi evnum fyri sjófólkið. Lagt verður upp til kjak og spurningar til hvørt innlegg.

Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding er neyðug. Melda til við at senda teldupost á fsn@fsn.fo ella á mf@mf.fo

 

Skráin:

10.00 Vælkomin – Annfinnur Garðalíð

10.05 Tað er eisini ein dagur ímorgin Ólavur Gunnarsson – formaður í Maskinmeistarafelagnum

11.00 Talgildi gerandisdagurin – títt samskifti við Sjóvinnustýrið Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum

12.00 Døgurðasteðgur

13.00 Ábyrgd og skyldur skiparans Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag

14.00 Maritimar útbúgvingar Wilhelm Petersen, stjóri í Vinnuháskúlanum

14.40 Trygging og pensjónsnýskipan, Dan Joensen Tryggingarráðgevi, LÍV

15.00 Endi

 

 

Harleyfacadeacryl