Í Klaksvík verður kannað mánadag, mikudag og fríggjadag í hesi vikuni
Týsdagin verður aftur møguligt at lata seg kanna fyri koronu í Runavík. Í Klaksvík verður kannað mánadag, mikudag og fríggjadag í hesi vikuni.
Klaksvík, á Víkarvegi:
Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-11
Runavík, í Skótahúsinum
Týsdagin kl. 11-13
Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í meðan opið er. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.




